Home Komandi tiltøk Betri VK5 og FM í Lendisrenning í Hoydølum nú leygardagin

Betri VK5 og FM í Lendisrenning í Hoydølum nú leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi!

Leygarmorgunin 6.februar er fimta vetrarkappingin, og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrar metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt ein serliga vátan januar mánaða, er avbjóðingin enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11.

Eingin umklæðing er, orsakað av korona, men ein drekkamuður verður uttandura, og somuleiðis er handanin av heiðursmerkjunum úti í frísku luftini.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á tilmeldingarsíðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 23.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn.

Startnummar skal heintast leygarmorgunin frá kl. 10 í Studentaskúlanum.

Vælkomin oman í Hoydalar

0 comment
0

Related Articles