Leygardagin 27. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini. Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.
Kappingin skuldi eisini vera á Viðareiði í fjør, men bleiv fyrst útsett vegna ódnarveður og so vegna Korona. Men nú royna vit aftur á Viðareiði.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2004) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1966-1975) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1956-1965) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1955 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2000-2004) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2005-2009) – umleið 3 km
Teinurin verður umleið 8-9 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km.
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).
Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði
Freistin er fríggjakvøldið 26. feb. kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.
Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.
Korona
Tilmælini viðvíkjandi Korona-støðuni verða fylgd.