Home BETRI Vetrarkappingin BETRI VK7 verður í Trongisvági sunnudagin 14. mars

BETRI VK7 verður í Trongisvági sunnudagin 14. mars

by Sølvi Reinert Hansen

BETRI vetrarkappingin hjá FÍF verður komandi vikuskifti runnin í Suðuroynni. Kappingin verður hildin í Trongisvági og byrjar kl. 14.00.

Sunnudagin verður BETRI vetrarkappingin runnin í Suðuroy. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar til VK-7, ið verður avgreitt við ítróttarøkið við Stórá í Trongisvági. Smyril er á Tvøroyri umleið kl 13.00, og renningin byrjar umleið 14.00.

Teinurin er umleið 9 km til longdar. Børnini renna umleið 3,3 km. Rutan hjá teimum vaksnu sær soleiðis út. Runnið verður eftir áargøtuni (bleytt undirlag) niðan í viðarlundina, víðari framvið ánni niðan til Sterling. Tá komið er niðan móti vegnum við brúnna, verður snarað til vinstru. Runnið verður síðan á asfalti, tvs. eftir vegnum Við Rangá omaneftir til høvuðsvegin og á mál frammanfyri vøllin við Stórá. Teinurin er áleið 4,5 km og verður runnin tvær ferðir, ella íalt umleið 9 km.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478611875

Gentur og dreingir renna 3,3 km. Byrjað verður saman við teimum vaksnu. Runnið verður niðan eftir áargøtuni og víðari niðan í plantaguna. Komin úr plantaguni verður runnið eftir gøtuni og niðan eftir brekkuni, ið gongur niðan á vegin Við Rangá, beint uppi yvir plantaguni. Komin niðaná verður snarað til vinstru og runnið verður oman móti høvuðsvegnum aftur og yvir á mál frammanfyri vøllin í Stórá.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478627328

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni hjá FÍF ella í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan, tvs. kl. 13.30. Øll eru vælkomin at luttaka og vónar Hvistan at sígga nógvar rennarar við Stórá sunnudagin.

0 comment
0

Related Articles