Home BETRI Vetrarkappingin BETRI VK8 og FM í 10 km í Runavík leygardagin

BETRI VK8 og FM í 10 km í Runavík leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin 27. mars kl. 10.00 skipa Roysnið og FÍF fyri 8. umfari í Betri Vetrarkappingini og FM í 10 km. Rutan verður tann sama, sum undanfarin ár.

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 10.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2004) – 10 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1966-1975) – 10 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1956-1965 ella fyrr) – 10 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1955 ella fyrr) – 10 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2000-2004)- 10 km
– Gentur / Dreingir (f. 2005-2009) – 5 km

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 26. mars á miðnátt.

Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 9.15 og 9.45. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina (somu skiftirúm sum til Nýggjárshálvmaraton).

Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá verða heiðursmerkir handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í BETRI-vetrarkappingini 2020/2021.

0 comment
0

Related Articles