Home Komandi tiltøk Bragdið limafund 13. september

Bragdið limafund 13. september

by Sølvi Reinert Hansen

Nevndin bjóðar limunum til eina “workshop” um framtíðarætlanir felagsins á Elektron, hóskvøldið tann 13. sept. kl. 18-23. Byrjað verður við einum løttum ábiti.

Fundurin fer í høvuðsheitum at viðgera hesi øki:

1. Ungdómsøkið
2. Motiónsøkið
3. Elituøkið

Endamálið er at leggja lunnar undir framtíðarætlanirnar soleiðis at felagið hevur yvirskipa mál og miðvísar ætlanir, uppá stutt og langt sigt, á øllum trimum økjum.

Ætlanin er at halda á til umleið kl. 23 og aftaná fundin fer nevndin at arbeiða víðari við tilfarinum og uppskoti til ætlan fyri felagið.

Vilt tú verða við til at menna felagið, so melda teg til henda limafundin hjá robertvilhelmsen@kallnet.fo, ella ring 230 240.

Nevndin ynskir tær vælkomnan til hetta einastandandi høvi til at mynda framtíðarætlanir felagsins.

Robert Vilhelmsen, formaður
Ann Mari Seloy, næstformaður
Niels Jákup Jakobsen, kassameistari
Ann Østerø, limarøkt
Óla Hans Arni Olsen

0 comment
0

Related Articles