Home Komandi tiltøk Bragdið skipar fyri rørslutiltaki í Havn – Gakk og Renn 2010

Bragdið skipar fyri rørslutiltaki í Havn – Gakk og Renn 2010

by Hallur Holm

Gakk og Renn 2010 er eitt rørslutiltak, sum Tórshavnar Kommuna, Bragdið og SMS skipa fyri í felag. Gakk & Renn verður dagarnar 3. til 5. september.

Heilsurenningin, sum er eitt afturvendandi tiltak, verður sunnudagin 5. september klokkan 13.00 uttanfyri SMS.

Hálvt maraton og Tórshavnar Maraton, sum samstundis er kapping um FM-heitið, verður eisini sunnudagin.

Fjølbroytta skráin sæst niðanfyri.

Fríggjadagur 3. september

FRÍGGJADAGIN Í SMS

Kl. 10.00 – 19.00

– Tilmelding og heintan av startnummari til “Gakk og renn” er á básinum hjá Bragdinum. Kostnaður fyri renningina: børn til og við 14 ár er 20 kr. 15 ár og eldri 50 kr.

– Fólkaheilsuráðið skipar saman við Hjartafelagnum, Diabetesfelagnum, Heilafelagnum og Apotekinum fyri ymiskum heilsukanningum. Møguleiki verður at máta blóðtrýst, vekt, BMI, miðju-/mjadnarmát, lungnaorku og at fáa eina “risktest”.

– Sportmaster er eisini á Torginum við ymiskum góðum tilboðum, umframt at tilber at gera ókeypis rennitest í handlinum, soleiðis at tú finnur røttu renniskógvarnar.

– Eisini verður teknifilmurin “Hjørtur skjótt 6” vístur á Torginum. Filmurin er við føroyskari talu og er um ein drong, sum fær staðfest diabetes. Samstundis verður ein teknikapping fyri børn á Torginum, evnið er “sunnur kostur”. Drigið verður leygardagin millum innkomnar tekningar klokkan 16.00, og vinnarin fær eitt gávukort frá SMS á 300 krónur.

– Á básinum hjá Tórshavnar Kommunu verður m.a. høvi at síggja og fáa faldarar av ymisku gøtunum, sum kommunan hevur latið gera. Hesar eru sera vælegnaðar til ein gongu- ella rennitúr.

– Bragdið skipar eisini fyri stuðulstiltaki á rennibandi. Tey ið stuðla, renna hálvan tíma í part.

– Báðar dagarnar verður ókeypis vatn og frukt at fáa á Torginum.

Leygardagur 4. september

LEYGARDAGIN Í SMS

Kl. 10.00 – 19.00

– Tilmelding til “Gakk og renn” á básinum hjá Bragdinum.

– Fólkaheilsuráðið skipar saman við Hjartafelagnum, Diabetesfelagnum, Heilafelagnum og Apotekinum fyri ymiskum heilsukanningum. Møguleiki verður at máta blóðtrýst, vekt, BMI, miðju-/mjadnarmát, lungnaorku og fáa eina risktest.

– Sportmaster er eisini á Torginum við ymiskum góðum tilboðum, umframt at tilber at gera ókeypis rennitest í handlinum, soleiðis at tú finnur júst røttu renniskógvarnar.

– Eisini verður teknifilmurin “Hjørtur skjótt 6” vístur á Torginum. Filmurin er við føroyskari talu og er um ein drong sum fær staðfest diabetes. Samstundis verður ein teknikapping fyri børn á Torginum, evnið er “sunnur kostur”, drigið verður leygardagin klokkan 16.00 og vinnarin fær eitt gávukort frá SMS á 300 krónur.

– Á básinum hjá Tórshavnar Kommunu veður m.a. høvið at síggja og fáa faldarar av ymisku gøtunum sum kommunan hevur gjørt, hesar eru sera vælegnaðar til ein gongu ella rennitúr.

– Bragdið skipar fyri stuðulsrenning á rennibandi á Torginum, har tey ið stuðla renna hálvan tíma í part.

– Ókeypis vatn og frukt er at fáa á Torginum.

– Kl. 17 – 19 verða fyrilestrar fyri marathonrennarar við Jesper Kenn Olsen og Poul Sundskarð í Baresso í SMS.

Sunnudagur 5. september

SUNNUDAGIN Á P-ØKINUM HJÁ SMS

Kl. 09.00 – 11.00

Tilmelding til ‘Gakk og renn’ á Torginum

Kl. 12.30 – 17.00
P-økið hjá SMS letur upp, hoppiborg, ókeypis vatn, kakaomjólk og frukt til allar luttakararnar, tá ið teir koma á mál, livandi tónleikur, ballónir, Nósi heilsar uppá børnini, sølubásar við kaffi, køkum og pylsum.

Kl. 12.40
Ingibjørg Berg, kommunustjóri, setur “Gakk og renn 2010” .

Kl. 12.45
Felags upphiting við Ann Thomsen, sum fær hjálp frá Meylu og dansigentunum.

Kl. 13.00
Renningin byrjar.

Kl. 13.45
Framførsla fyri børn við Jensinu á pallinum

Kl. 14.15 – 16.30
Livandi tónleikur í tjaldinum við m.a. Kim Hansen og Bárði Johannesen.

Kl. 14.15
Væntast fyrsti hálvmarathonrennarin at koma á mál.

Kl. 14.30
Handan av vinningum. Lutakast millum øll, ið hava luttikið. Eisini verður handan av heiðursmerkjum til hálvmarathonrennararnar.

Kl. 15.45
Væntast fyrsti marathonrennarin á mál.

0 comment
0

Related Articles