Home Komandi tiltøk Eik hálvmarathon Klaksvík 2013 og FM

Eik hálvmarathon Klaksvík 2013 og FM

by Guttorm Sørensen

FM HÁLVMARATHON, 7 KM MOTIÓNSRRENNING OG BARNARENNING –

Treysti skipar í ár fyri Eik hálvmarathon í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmarathon. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmarathon, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 7 km. 

Umframt hálvmarathon so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning.

Startur og mál verða uttanfyri Eik. Hálvmarathon verður runnið tríggjar ferðir út á Bumshamar og norður á Kósini at venda. 

Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er knappar 700m.

 

Talan verður um DAF-góðkendan ½-marathon tein. 

Fyri at luttaka skal ein vera fødd/føddur í 1996 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Eik kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Bólkar:
Í FM hálvmarathon verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -1996)
– Menn veteranar (f. 1958-1967)
– Kvinnur veteranar (f. -1967)
– Menn superveteranar (f.-1957)

Í Eik hálvmarathon Klaksvík 2013 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn & Kvinnur (1984 og yngri)
– Menn & kvinnur B30-34 (1979-1983)
– Menn & kvinnur B35-39 (1974-1978)
– Menn & kvinnur B40-44 (1969-1973)
– Menn & kvinnur B45-49 (1964-1968)
– Menn & kvinnur B50-54 (1959-1963)
– Menn & kvinnur B55-59 (1954-1958)
– Menn & kvinnur B60-64 (1949-1953)
– Menn & kvinnur B65-69 (1944-1948)

Í 7 km Motiónsrenning verður kappast í hesum bólkum:
– Menn/kvinnur (f. 1968-1996)
– Menn/kvinnur veteranar (f. 1967)
– Menn/kvinnur superveteranar (f.-1957)

Í Barnarenningini verður kappast í hesum bólkum:
– Gentur/Dreingir -7 (f.2006 ella seinni)
– Gentur/Dreingir -10 (f.2003-2005)
– Gentur/Dreingir -13 (f.2000-2002)
– Gentur/Dreingir -17 (f.1996-1999)


Kostnaðurin fyri at luttaka:
Eik ½-marathon Klaksvík 2013 er kr. 250,-
7 km Motiónsrenning er kr. 100,-
Barnarenning er kr. 50,-

Startnummar gevur atgongd til Klaksvíkar Svimjihøll eftir renningina.

Tey sum melda til og hava goldið innan 15. apríl fáa eina renniblusu og 20% avsláttur uppá renniútgerð frá Intersport í Klaksvík í tíðarskeiðnum frá 15. apríl til og við 4. mai 2013
Gevið gætur: hetta er bert galdandi fyri Eik ½-marathon

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra Eik ½-marathon Klaksvík 2013 fáa heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum hinum kappingunum og bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum blíva handaði í Badmintonhøllini kl. 17.00.

Tilmelding
Melda til á www.renn.fo (síðsta freist 1. mai 2013). Leinkja til tilmelding til Eik ½-marathon er HER og leinkja til tilmelding til Motiónsrenning og Barnarenning er HERGjaldast kann við DANKORTI.
Gevið gætur: Ongin tilmelding á staðnum. 

Startnummar
Avheintað startnummar í Intersport í Klaksvík 4. mai áðrenn kl. 13.30. Barnarenningin áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Umklæðing í Badmintonhøllini (300m frá startinum)

 
0 comment
0

Related Articles