Home Komandi tiltøk Ein øðrvísi rennitúrur í Kalsoynni

Ein øðrvísi rennitúrur í Kalsoynni

by Hallur Holm

kalsoyartunnil
Leygardagin 22. september kl. 15.00 skipar Treysti fyri einum øðrvísi rennitúri í Kalsoynni. Talan er ikki um eina rennikapping, men heldur um ein rennitúr av Syðradali til Trøllanes og ígjøgnum fýra tunnlar
.

 

Um áhugi verður fyri tí, so kann tað væl hugsast, at hetta blívur til eina rennikapping næsta ár.
 

Byrjað verður at renna kl. 15.00. “Sam” siglir av Klaksvík kl. 14.15 til Syðradals, har runnið verður frá nýggju ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin er 16-17 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt ella pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli.


Í Kalsoynni verður gist, so luttakararnir kunnu hava eina hugnaløtu saman í húsinum hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelagi í Mikladali eftir rennitúrin, har eisini matur verður at fáa. Prísur fyri at gisting og mat er kr. 150, sum verður goldið kontant tá komið verður til Mikladals. Í samband við gisting, so verða luttakararnir bidnir um at hava soviposa við. Møguleiki er at sleppa heimaftur um kvøldið um ein ynskir tað, tí “Sam” siglir av Syðradali kl. 22.20 til Klaksvíkar.
 

Øll eru vælkomin at luttaka. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til treysti@treysti.fo ella ringja til Guttorm Sørensen á fartelefon 230210 í seinasta lagi hóskvøldið 20. september kl. 22.00. 

Um viðrar, so er ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu, at innvíða nýggja sparkivøllin í Mikladali sama dag, og so er ætlanin, at luttakararnir í rennitúrinum verða ein partur av hátíðarhaldinum í samband við innvíðingina.

0 comment
0

Related Articles