Home Komandi tiltøk Færø March verður hósdagin

Færø March verður hósdagin

by athletic

Færø March
Hóast manningin í Mjørkadali er minkað nakað, verður enn sum áður skipað fyri vælumtóktu árligu tiltøkunum Færø-March og Top Run.

Færø-March í ár, tann 30. í røðini, verður hósdagin 17. mai, Kristi Himmalf. dag, kl. 12.00. Marchurin byrjar við parkeringsplássið við Keypssamtøkuna í Hoyvík, og gingið verður eftir Vegnum Langa – Óluvugøtu – Sundsvegnum – Norðrara Ringvegi – Oyggjavegnum og til Mjørkadal. Teinurin er 15 km.

Serlig hvílipláss eru á vegnum, har luttakararnir kunnu keypa sær okkurt leskiligt. Og í Mjørkadali ber eisini til at keypa sær bæði vátt og turt. Hóast skipað verður fyri flutningi aftur til Keypssamtøkuna, er tiltakið ókeypis, og neyðugt er ikki við tilmelding. Møtið fjølment!

Um tit hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, kunnu tit venda tykkum til Oddmar Kruse á 341511 / 210573 ella o-kruse[kurla]post.olivant.fo

0 comment
0

Related Articles