Home Komandi tiltøk Føroya Bjór renning á Norðoyastevnu

Føroya Bjór renning á Norðoyastevnu

by athletic

Fyri 11. ferð skipar Ítróttafelagið Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Luttøkan hevur verið sera góð øll árini síðan tað byrjaði, og tað vóna fyriskiparnir, at hon verður aftur hesaferð. Í ár verður renningin leygardagin 2. juni. Rutan hjá børnum verður sum vanligt runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Rutan hjá teimum vaksnu verður óbroytt í mun til seinasta ár. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur, og er framvegis 5 km. Rennast skulu 3 umfør av hesi rutu. Hjá børnum verða startur og mál verða á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál vi Telebúðina.

Rennikappingin er samstundis fyrsta av fimm umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin. FÍF hevur í ár broytt Grand Prix kappingina fyri børn. Í staðin fyri at hava Grand Prix kapping fyri børn á stevnunum, so verður í staðin skipað fyri einari Grand Prix kapping á breyt. Hesar kappingarnar á breyt verða mitt í viku og verða helst tríggjar í tali. FÍF hevur ikki fastlagt nær og hvar tær verða. Mest sannlíkt er at tær allar verða á Svangaskarði. Nærri verður kunnað seinni um Grand Prix kappingina fyri børn. FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum fimm feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni, Frælsi úr Vágunum ella Hvistan úr Suðuroynni. Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst 4 av teimum 5 kappingum, sum Grand Prix kappingin í summar umfatar. Endaliga skráin fyri Grand Prix kappingarnar er ikki fastløgd í løtuni. Tað verða tey 5 feløgini fyri frælsan ítrótt, sum koma at skipa fyri hvør sínari Grand Prix kapping.

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 2. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1989 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Veteranar (f.1961 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2000 ella seinni) – 665 m
kl. 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1997-1999) – 665 m
kl. 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1994-1996) – 1.330 m
kl. 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1990-1993) – 1.330 m

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum. Heiðursmerkjahandan verður eftir at allar kappingarnar eru lidnar.

Tilmelding online
Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo ella www.renn.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 1. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start. Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið seinastu árini.

0 comment
0

Related Articles