Leygardagin 3. mars skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Hvistan fyri fimta umfari av Vetrarkappingini í renning í Vági.
Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) renna 6 km – fimm ferðir runt vatnið
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) renna 6 km – fimm ferðir runt vatnið
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) renna 6 km – fimm ferðir runt vatnið
Gentur og dreingir (f. 1991-95) renna 2,4 km – tvær ferðir runt vatnið
Runnið verður runt vatnið. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 14.00.
Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 2. mars kl. 21.00.
Startnummur verða heintað við startin leygardagin kl. 13.30. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Víst verður annars til kappingarreglurnar og samlaðu støðuna (pdf).
Meldið til her.