Home BETRI Vetrarkappingin Finalan í TF-Vetrarkappingini og FM 10 KM verður leygardagin

Finalan í TF-Vetrarkappingini og FM 10 KM verður leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagurin komandi – 22. mars 2014 –  verður ein stórur dagur í rennihøpi. Roysnið skipar fyri árligu Várkappingini, sum eisini hevur status sum finala í TF-Vetrarkappingini umframt at vera kapping um føroyameistaraheitið í 10 km landavegsrenning í bólkunum hjá teimum vaksnu. Dreingir og gentur renna 5 kilometrar.

Starturin leygarmorgunin verður kl. 11.00 og øll byrja samstundis. Hann lovar turt veður, lítlan vind og tvey stig leygarmorgunin, so líkindini at renna eina góða tíð skuldu verið góð. Hetta er einasti 10 km teinur í Føroyum, sum er DAF-góðkendur. Teinurin hevur verið runnin í mong ár, men í sambandi við DAF-góðkenningina fyri tveimum árum síðani varð hann justeraður nakað.

Bólkarnir eru teir somu, sum teir hava verið allan veturin:
– Kvinnur og menn opin bólkur (- 1997) FM 10 kilometrar
– Kvinnuveteranar (- 1968) FM 10 kilometrar
– Mansveteranar (1959-1968) FM 10 kilometrar
– Superveteranar menn (- 1958) FM 10 kilometrar
– Kvinnu- og mansunglingar (1994-1997) 10 kilometrar (ikki FM)
– Gentur og dreingir (1998 – 2002)

Rutan
Byrjað verður  omanfyri Kiosk Vár. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja við 5 km skeltið, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu.

Kort Runavik

Startnummur skulu heintast í kantinuni í skúlanum við Løkin frá kl. 10.00. Hetta skal verða avgreitt kl. 10.45. Tað verður møguligt at brúka skiftirúmini hjá NSÍ kjallaranum undir ítróttarhøllini. Har ber eisni til at fara undir brúsuna aftaná. Vit skulu verða liðug í skiftirúminum í seinasta lagi kl. 13.00.

Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi, the, bollar og køku í kantinuni í Skúlanum við Løkin. Klokkan 13.00 byrjar heiðursmerkjahandanin, og eftir tað kemur Tryggingarfelagið Føroyar at handa steypini til vinnararnar av samlaðu Vetrarkappingini. Tað verða sostatt fleiri handanir enn vanligt, og vit ynskja tí, at fólk seta eitt sindur meira tíð enn vanligt av til hendan partin.

Tilmelding fer fram her á síðuni fram til fríggjakvøldið kl. 22.00. Eftir tað kann hetta greiðast leygarmorgunin í kantinuni í Skúlanum við Løkshøll.

Kostnaðurin fyri luttøkuna er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Vit vænta nógv fólk í Runavík leygarmorgunin, so tað er gott, um fólk møta í góðari tíð.

 
Sjálvt í tí rundu útgávuni í fjør, vann Marnar Djurhuus lættliga FM. Leygardagin er hann – við tí trimmaðu útgávuni – stórfavorittur at endurvinna FM. Duruta á Lofti vann opna bólkin hjá kvinnum í fjør.


Hesir fýra høvdu ein harðan dyst í fjør. Aftur í ár er lagt upp til ein harðan dyst teirra millum. Dardus hevur tó mest at kempa fyri. Hann hevur við einum góðum úrsliti møguleika at ogna sær samlaða triðjaplássið hjá veteranunum.


Hilmar lumpaði Herluf í fjør. Í ár ætlar Herluf við góðari uppmøting at lumpa seg á 2. lið hjá Bragdarmonnunum, sum liggur til at vinna bronsu.

 

 

0 comment
0

Related Articles