Leygardagin 17. februar skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Frælsi fyri fjórða umfari av Vetrarkappingini í renning í Vágum.
Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1961)
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90)
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90)
Gentur og dreingir (f. 1991-95)
Runnið verður út á Oyrar frá “Miðportrinum”. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.
Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 16. februar kl. 21.00.
Startnummur verða við startin leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Víst verður annars til kappingarreglurnar og samlaðu støðuna (pdf).
Meldið til her.