Home Komandi tiltøk Flaggdagsrenningin 2011

Flaggdagsrenningin 2011

by Hallur Holm

Aftur í ár fer Bragdið at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður stundisliga við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna umleið 7 km og børn renna umleið 1,8 km.

Bólkarnir verða hesir:

  • Gentur føddar 1998-2004
  • Dreingir føddir 1998-2004
  • Kvinnur opin bólkur – 1997
  • Menn opin bólkur – 1997
  • Veteranar kvinnur føddar 1956-1965
  • Veteranar menn føddir 1956-1965
  • Superveteranar kvinnur føddar -1955
  • Superveteranar menn føddir -1955

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virki, stovnar o.a. nevnd firmakapping. Hendan kappingin er skipað soleiðis, at virkini kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Fleiri lið kunnu luttaka frá hvørjum virki. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Eftir at komið er á mál, fáa allir luttakararnir frukt og okkurt at drekka. Stuðlað hesum hava ávikavíst P/F Poul Michelsen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerki latin nr. 1,2, og 3. Høvuðsstuðlar til Flaggdagsrenningina eru BankNordik og Trygd.

Runnið verður á somu rutu sum seinasta ár. Tað er oman við Café Natúr, rundkoyringin við Smyril Line, kampingplássið Yviri við Strond, har vent verður heim móti býnum aftur. Í býnum verður so aftur vent við parkeringsøkið á Bursatanga – “røntguna” – sama túr til kampingplássið, har vent verður fyri seinastu ferð, og runnið verður heim í býin, niðan á málið við Gamla Apotek.

Tilmelding fer fram her á síðuni undir “tilmelding”. Seinasta freist at melda til er skírishóskvøld 21. apríl.

Luttakaragjald er 60 krónur fyri vaksin og 30 krónur fyri børn.

Startnummur skulu heintast í ÍSF-húsinum leygardagin 23. apríl millum kl. 14.00 og 16.00.

Tað er møguleiki hjá virkjum og stovnum at melda eitt ella fleiri lið til kappingina. Hetta erst lættast við at senda teldupost til Niels Jákup – nielsj@elektron.fo ella Fríðrik – superdekk@superdekk.fo – so senda vit eitt skjal til tykkum at fylla út, og tit sena aftur til okkum.

Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldingina, t.d. “Virki-1, “Virki-2, o.s.fr.

TAÐ VERÐUR IKKI MØGULIGT AT MELDA SEG TIL Á STAÐNUM BEINT UNDAN KAPPINGINI!!

5 comments
0

Related Articles

5 comments

Henrik Kølleskov 17.04.11 - 18:38

I tilmeldingslisten figurerer stadig distancen for ruten som værende 7,02km. Er dette korrekt?, da jeg mener at ruten for flere år siden, netop for at undgå misforståelser, blev korrigeret til at være 7,00km.
Hvis det forholder sig således, så ville det være på sin plads at rette tallet i tilmeldingslisten.

Vh
Kølle

Karin Kirke Petersen 19.04.11 - 12:20

Á tilmeldingarlistanum ber ikki til at velja árgang 2002. Ber til at fáa hetta inn?

Vinarliga
Karin

Fríðrikur Bláhamar 20.04.11 - 12:40

Hey Henrik!

Eg havi kopiera tekstin úr skránni fyri flaggdagsrenningina, og hann er orðaður soleiðis sum niðanfyri.
So í Flaggdagsrenningini 2011 stendur teksturin soleiðis! “Vaksin renna umleið 7 km og børn renna umleið 1,8 km.”

Góðan túr:-)
Vinarliga

Fríðrikur

Maigun 24.04.11 - 07:31

Á luttakaralistanum eru uml. 300 fólk tilmeldað Flaggdagsrenningina, er hetta allur hópurin – ella er listin ikki uppdateraður?

Eg havi melda okkara arbeiðspláss til renningina, men tað stendur ikki inni á luttakaralistanum….

Vegna hetta, at fólk/virki ikki síggjast á listanum, ringja starvsfelagar til mín og spyja um tey ikki eru tilmeldaði….

Petur Lamhauge 25.04.11 - 08:38

Hey Fríðrik
Vit er tríggir úr Eysturoynni, sum ikki hava startnummar, men hava melda okkum til renningina. Er tað møguligt at fáa startnummari á staðnum áðrenn renningina?

Vinaliga Petur L.

Comments are closed.