Home Komandi tiltøk Flaggdagsrenningin 2012

Flaggdagsrenningin 2012

by Hallur Holm

So stendur ársins størsta afturvendandi rennitiltak aftur fyri durum, og klárt er at melda til ársins Flaggdagsrenning, sum verður hin 26. í røðini. Tað er sum vant Bragdið, sum skipar fyri, og bjóða tey øllum vælkomnum til renningina. Ung sum gomul, kvinnur og  menn, gentur og dreingir, vand og minni vand. Startskotið verður latið av uttanfyri Gamla Apotek Flaggdagin 25. apríl klokkan 16.00. Teinurin verður sum vant 7 km hjá vaksnum og 1,8 km hjá børnum.

Bólkarnir verða hesir:

  • Gentur føddar 1999-2005
  • Dreingir føddir 1999-2005
  • Kvinnur føddar 1967-1998
  • Menn føddir 1967-1998
  • Menn veteranar føddir 1957-1966
  • Kvinnur veteranar føddar 1957-1966
  • Menn superveteranar føddir 1956 og fyrr
  • Kvinnur superveteranar føddar 1956 og fyrr

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. Lesið meira um firmakappingina inni á tilmeldingarsíðuni.

Skráin fyri Flaggdagsrenningina verður hendan:

  • Klokkan 15.45 uppmøting við Gamla Apotek
  • Klokkan 15.50 kunning um rutuna
  • Klokkan 15.55 Heðin Mortensen hevur orðið
  • Klokkan 16.00 Heðin Mortensen skjýtur tey vaksnu avstað
  • Klokkan 16.05 børnini verða skotin avstað
  • Klokkan 16.30 heiðursmerkjahandan til nr. 1, 2, og 3 gentur og dreingir
  • Klokkan 17.00 heiðursmerkjahandan til nr. 1, 2, og 3 í vaksnu bólkunum umframt firmakappingini.
  • Klokkan 17.30 tiltakið endar

Tilmeldin skal fara fram undir “tilmelding” her á síðuni. Seinasta freist at melda til er sunnukvøldið 22. apríl. Kostnaðurin er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Gjaldið fer eisini fram on-line á tilmeldingarsíðuni. Minnist til at prenta kvittan at hava við eftir startnummarinum, sum verður avheintað í Sportmaster í SMS týsdagin 24. apríl millum kl. 13.00 og 18.00.

Tað verður ikki gjørligt at melda til renningina á staðnum beint undan kappingini!


Her eru tað børnini, sum eru til reiðar til startin á Flaggdegnum í fjør. (mynd: Bragdið)

 

 

 

 

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Brian Rosendahl 23.04.12 - 11:39

Hej,
Ser nu at tidsfristen for tilmelding var igår- er det for sent!

Hallur 24.04.12 - 14:12

Hey Brian

Enn ber til at fara oman í SMS at tekna til og heinta startnummar. Inntil í kvøld – týskvøld – kl. 18.00.

vh Hallur

Jan 26.04.12 - 09:46

Nær og hvat síggjast tíðirnar fyri Flagdagsrenningina fyri 2012?

Heilsan Jan

Hallur 26.04.12 - 19:31

Teir í Bragdinum stríðast av øllum alvi at fáa endurskapt tíðirnar, sum ikki blivu skrásettar vegna streymslit til tíðarskannararnar.

Comments are closed.