Home Komandi tiltøk Flaggdagsrenningin 2014

Flaggdagsrenningin 2014

by Guttorm Sørensen

FlaggLogo-300x93

Dagarnir gerast longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 28. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini, sum í ár er flutt oman á Kongabrúnna.

Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast.

Rutan er á leið tann sama, tó við tí broyting, at nú byrja vit á Kongabrúnni og renna so eitt sindur longur út móti tyrlupallinum, í mun til undanfarin ár. Teinurin hjá teimum vaksnu er knappar 7 km (sama longd sum undanfarin ár). Børnini renna 500 ella 1000 m. Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki hjá børnum og vaksnum. Vinnarar hjá børnum og vaksnum fáa somuleiðis ein góðan vinning. Harafturat er lutakast um góðar vinningar millum allar luttakarar. Vinningar í lutakasti skulu avheintast á staðnum, ella verður drigið umaftur, til vinnari meldar seg.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, mammubeiggjar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km.

Bólkarnir eru hesir:

Gentur og dreingir fødd (2005 og seinri) – 500m
Gentur og dreingir fødd (2003-2004) – 1000m
Gentur og dreingir fødd (2001-2002) – 1000m
Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2000) – 6,9km
Kvinnur og menn veteranar (1959-1968) – 6,9km
Kvinnur og menn superveteranar (-1958) – 6,9km
Stuttleikarenning vaksin (-2000) – 3,5 ella 6,9km

Børn gjalda 40 kr. og vaksin gjalda 80 kr. og tað er on-line gjalding.

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Eisini her er gott gávukort til vinnarar. 3-5 rennarar av sama kyni, kunnu vera á einum liði. Lesið meira um firmakappingina her.

Tilmelding til Flaggdagsrenningina fer fram umvegis heimasíðuna hjá Bragdinum og leinkja til tilmelding til ymisku bólkarnar er her: Tilmeldingarsíðan hjá Bragdinum til Flaggdagsrenning

0 comment
0

Related Articles