Komandi dagarnar verða fleiri opnar kappingar. Treysti skipar fyri kapping á Svangaskarði sunnudagin 17. august, meðan Hvirlan hevur fýra kappingardagar við nøkrum fáum kappingum hvønn dagin. Kappingarnar hjá Hvirluni á Tórsbreyt eru hesar:
- Hósdagin 14. august kl. 18.00: 100 m rim (g16-17) og 100 m (12 ár og eldri)
- Fríggjadagin 15. august kl. 17.00: trístøkk og kúluvarp (12 ár og eldri báðar greinar)
- Leygardagin 16. august kl. 14.00: 200 m og spjótkast (12 ár og eldri báðar greinar)
- Týsdagin 19. august kl. 18.00: klingrukast (12 ár og eldri)
Tilmelding verður á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan. Klokkutími verður ásettur seinni. Hygg á hesa somu grein seinni.
Sunnudagin 17. august skipar Treysti fyri kapping á Svangaskarði við hesi skrá:
- 16.00 80 m gentur
- 16.10 80 m dreingir
- 16.20 400 m kvinnur
- 16.30 400 m menn
- 16.30 kúluvarp menn & kvinnur
- 16.45 800 m kvinnur
- 17.00 800 m menn
Tilmelding verður á staðnum hálvan tíma áðrenn kappingargreinin byrjar.
Nú graslíki er komið á hin vøllin, liggur betur fyri at brúka rennibreytina.