Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenning í Havn leygardagin 23. september

Fólkaheilsurenning í Havn leygardagin 23. september

by athletic

Fólkaheilsurenningin sum fekk eina ótrúðliga undirtøku síðsta ár, verður í ár víðka til at umfata tað mesta av landinum. Fyrsta tiltakið verður í Havn leygardagin tann 23. september. Tað eru landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, felagið fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdið, Shell, Tryggingarfelagið Føroyar og Suðuroyar Sparikassi, sum saman standa fyri tiltakinum í Havn og kring landið.

Í 2004 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri eini Fólkaheilsurenning. Undirtøkan fyri Fólkaheilsurenningini var einastandandi góð longu frá byrjan, og í fjør var luttøkutalið omanfyri 1000.

Fólkaheilsurenningin
Fólkaheilsurenningin byrjar uttanfyri Badmintonhøllina við stadionøkið í Gundadali. Øll fylgjast frá Badmintonhøllini oman til Gundadalshøllina og niðan til rundkoyringina, har tey í renna styttra teinin (2 km) snara til vinstru og tey sum renna longra teinin (5 km) snara til høgru. Tann styttri teinurin gongur so víðari til Áargeil, har runnið verður oman til Badmintonhøllina og í mál. Tann longri teinurin gongur fram við Strond, niðan eftir Jónas Broncks gøtu, R.C. Effersøes gøtu, Gundadalsvegi og í mál við Badmintonhøllina. Túrurin er væl merktur allan vegin.

Børnini (fødd í 1993 og yngri) renna 2 kilometrar og vaksin (fødd í 1992 og eldri) kunnu velja millum at renna/ganga 2 ella 5 kilometrar.

Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst í Badmintonhøllini 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanarnummarið verður avheintað.

Lutakast verður um fleiri góðar vinningar, m.a. gávukort frá Atlantic Airways, Shell og Suðuroyar Sparikassa, og allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.

Undir renningini skipa Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið og ymisk áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um
heilsuna.

Renna ella ganga
Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5 kilometrar kanska sum ein ov stórur biti at gloypa og tískil ber eisini til
at velja 2 kilometrar, so ongin grund er at halda seg aftur. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og
eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Og tað stendur sjálvsagt púrasta til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin. Mest umráðandi er at vera við.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á www.athletics.fo, á kunningarstovunum, Shell støðunum, Tryggingarfelagnum Føroyar og Suðuroyar Sparikassa. Freistin fyri at melda seg til fólkaheilsurenningina í Havn er fríggjakvøldið 22. september.

Rør teg fyri vælveru
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í
Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt
munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi, at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga

“Við at skipa fyri einum slíkum tiltakið ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni
eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til tiltakið tann 23. september, og øllum hinum tiltøkunum kring landið,” sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Bragdið

0 comment
0

Related Articles