Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenning í Klaksvík sunnudagin

Fólkaheilsurenning í Klaksvík sunnudagin

by athletic

Renn og vinn eina dreymaferð fyri alla familjuna
Sunnudagin 1. oktober verður stóra Fólkaheilsurenningin í Klaksvík. Í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri heili fimm Fólkaheilsurenningum kring alt landið. Byrjað var í Havn síðsta leygardag og longu dagin eftir var Fólkaheilsurenningin í Runavík.

Vinnið eina familjuferð til Lalandia við Atlantic Airways
Sum nakað heilt nýtt verður eisini ein høvuðsvinningur at vinna í ár. Høvuðsvinningurin er ein familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn til vælumtókta frítíðarplássið Lalandia í Danmark, sum sera nógvir føroyingar vitja á hvørjum ári. Høvuðsvinningurin verður drigin eftir Fólkaheilsurenningina í Vágum 7. oktober, og øll tey, sum hava luttikið í eini ella fleiri av Fólkaheilsurenningunum eru við í hesum dráttinum – so fleiri renningum tú ert við í, betri eru møguleikarnir at vinna høvuðsvinningin.

Umframt høvuðsvinningin verður eisini drigið um ein hóp av vinningum til hvørja einstaka renning. Vinningarnir eru m.a. flogferðaseðlar frá Atlantic Airways, gávukort frá Føroya Shell og Suðuroyar Sparikassa.

Skrá fyri Fólkaheilsurenningina í Klaksvík
Kl. 13.00 – 15.00 – Byrjanarnummar kann avheintast, við inngongdina til Kí-høllina (omanfyri við Bøgøtu) – og luttakararnir fáa hvør sína t-shirt
Kl. 13.00 – 17.00 – Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið, Apoteksverkið o.o. ráðgeva um fólkaheilsu. Tað ber til at mála blóðtrýst
Kl. 14.45 – 14.55 – Upphiting
Kl. 14.55 – 15.00 – Fólkaheilsurenningin verður sett
Kl. 15.00 – 16.00 – Ganga og/ella renna
Kl. 15.30 – 17.00 – Allir luttakarar fáa frukt og leskandi drykkir
Kl. 16.15 – Vinningar verða handaðir
Kl. 17.00 – Tiltakið endar

Fólkaheilsurenning í Klaksvík sunnudagin
Byrjanarnummur fáast við inngongdina í Kí-høllini (omanfyri). Fólkaheilsurenningin byrjar uttanfyri KÍ-høllina í Bøgøtu. Runnið verður oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og so út eftir Oyravegnum. Tey sum bara skulu renna 2 km venda á Gravarbø – ímeðan tey sum vilja renna 5 km, renna út á Skarðhamar at venda. Á veg heimaftur skullu øll snara til vinstru, tá komið verður til vegin til Norðoyatunnilin, og so renna oman eftir Bøgøtu á málið uttanfyri KÍ-høllina.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, setur Fólkaheilsurenningina.

Heilsukanningar
Í sambandi við Fólkaheilsurenningina skipa Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið, Apoteksverkið og ymisk áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at gera heilsukanningar, fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Tilmelding
Tilmelding til Fólkaheilsurenningina 2006 fer fram á hesum støðum: á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er: www.athletics.fo, hjá Føroya Shell, tlf. nr. 34 74 00, á deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum kring landið og á deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági, á Tvøroyri og í Havn.

Fyrireikarar: Hans Pauli Strøm, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Ítróttarfelagið Treysti, Føroya Shell, Tryggingarfelagið Føroyar og Suðuroyar Sparikassi.

0 comment
0

Related Articles