Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenning verður í Suðuroy 24. september

Fólkaheilsurenning verður í Suðuroy 24. september

by athletic

Fólkaheilsurenning í Suðuroy leygardagin 24. september 2005

Leygardagin 24. september 2005 skipa landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Shell í Suðuroy og Tvøroyrar Svimjifelag fyri Fólkaheilsurenning í Suðuroy.

Renna ella ganga
Tiltakið er fyri øll, bæði børn, ung og gomul. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tey luttakandi kunnu antin ganga ella renna teinin. Mest umráðandi er at vera við.

Vinningar
Tiltakið verður ikki skipað sum ein vanlig kapping, har vinnararnir fáa heiðursmerki. Í staðin verður lutakast um ymsar vinningar millum øll tey luttakandi. Høvuðsvinningar eru tveir flogferðaseðlar frá Atlantic Airways. Øll tey, sum luttaka, fáa eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.

Fólkaheilsurenningin
Fólkaheilsurenningin byrjar við skúlan í Trongisvági. Túrurin, sum gongur eftir ovara vegi, er væl merktur allan vegin og ongin ferðsla er á vegnum hesa løtuna.

Børnini renna ella ganga 2 kilometrar og vaksin kunnu velja 2 ella 5 kilometrar. Á styttra teininum verður vent við húsini hjá Jan Rasmussen, meðan vent verður við Sjúkrahúsið á longra teininum. Teinarnir enda báðir í skúlagarðinum.

Luttakararnir verða býttir í tveir bólkar: børn (fødd 1992 og yngri), vaksin (fødd 1991 og eldri).

Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst í skúlagarðinum í Trongisvági 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanarnummarið verður avheintað.

Undir renningini skipa Hjartafelagið, Fyribyrgingarráðið og onnur áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á Shell avgreiðsluni á Tvøroyri telefon 372711 ella her á heimasíðuni. Freistin fyri at melda seg til fólkaheilsurenningina er hóskvøldið 22. september.

Rør teg fyri vælveru
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi, at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga.

“Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk í øllum aldri til renningina í Suðuroynni 24. september”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Hesir persónar hava longu boðað frá luttøku:
Hans Pauli Strøm landsstýrismaður í alamanna- og heilsumálum
Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri
Kirstin Strøm Bech borgarstjóri í Vági
Hákun Djurhuus stjóri á Føroya Shell
Niels Pauli Eysturberg, formaður í Tvøroyrar Svimjifelag
Oddbjørg Holm, næstforkvinna í TB
Vigdis Toftum, forkvinna í VB/Sumba
Mannbjørn Tausen, formaður í ungdómsdeildin hjá VB
Jonhard Thomsen, formaður í Royn
Rúni Lisberg, næstformaður í Sumbiar Ítrottarfelag
Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa

Almanna- og heilsumálaráðið, Shell í Suðuroy og Tvøroyrar Svimjifelag 15.09.2005

Meldið til her!

0 comment
0

Related Articles