Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenning í Vági leygardagin

Fólkaheilsurenning í Vági leygardagin

by athletic

Renn og vinn eina dreymaferð fyri alla familjuna
Eins og í fjør so fáa suðringar høvi til at verða við í Fólkaheilsurenningin uttan at fara av oynni. Av tí at hetta tiltak hevur fingið stóra undirtøku undanfarnu ár, er avgjørt at víðka hetta tiltak til at umfata tað mesta av landinum – hetta við, at tað nú verða 5 lokalar heilsurenningar í staðin fyri 2.

Undirtøkan fyri Fólakheilsurenningina var sera góð í fjør, har eini 600 fólk luttøku í Suðuroy og yvir 1.000 fólk luttøku í Tórshavn.

Tað er Almanna- og heilsumálaráðið, saman við Suðuroyar Sparikassa, Føroya Shell, Tryggingarfelagnun Føroya, Bragdinum og øðrum lokalum rennifeløgum, sum skipa fyri Fólkaheilsurenningunum 2006.

Familjuferð til Lalandia við Atlantic Airways
Eftir renningina verður lutakast millum allir luttakararnir um fleiri góðir vinningar, m.a. gávukort frá Suðuroyar Sparikassa, Shell og Atlantic Airways. Harumframt verður frukt og okkurt leskiligt at fáa.

Sum nakað heilt nýtt verður eisini ein høvuðsvinningur at vinna í ár.
Høvuðsvinningurin er ein familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn til vælumtókta frítíðarplássið Lalandia í Danmark, sum sera nógvir føroyingar vitja á hvørjum ári. Høvuðsvinningurin verður drigin eftir Fólkaheilsurenningina í Vágum 7. oktober, og øll tey, sum hava luttikið í eini ella fleiri av Fólkaheilsurenningunum eru við í hesum dráttinum – so fleiri renningum tú ert við í, betri eru møguleikarnir at vinna høvuðsvinningin.

Renningin í Vági 30. september
Fólkaheilsurenningin fyri Suðuroynna verður hesuferð í Vági, leygardagin 30. september.

Byrja verður at renna/ganga kl. 15.00 og byrjanarnummar fæst í Vágshøll 2 tímar undan renning.

Luttøkugjald á 20 kr. verður goldið, tá byrjunarnummarið saman við eini t-shirts verður útlevera.

Luttakararnir verða býttir í tveir bólkar. Børn (fødd 1993 og yngri) og vaksin (fødd 1992 og eldri).

Teinurin hjá børnunum er 2 kilometrar. Vaksin kunnu velja 2 ella 5 kilometrar. Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5 kilometrar kanska sum ein ov langur teinur og tískil ber eisini til at velja 2 kilometrar, so ongin orsøk er at halda seg aftur.

Fyribyrgingarráðið o.o. eru eisini hjástødd í Vágshøll, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Øll kunnu luttaka, ung sum eldri. Hetta er ikki ein kapping, men ein fólkaheilsurenning!

Teinurin
Byrja verður við upphiting á Parkeringsplássinum uttan fyri Vágshøll. Síðan fylgjast øll út til endan av vatninum, har fari verður til vinstru, eftir Bøgøtu, út til Báraldarbrekku, har tey ið hava valgt 2 km teinin fara oman eftir brekkuni og vestur aftur eftir Vágsvegi – vestur til Vágshøll.
Tey, ið hava valgt 5 km teinin skulu víðari eftir Bøgøtu, eftir Skálavegi, Fossavegi og Toftavegi, út til vendiplássið hjá Karl Olsen. Síðan verður fari vestur eftir Vágsvegi – vestur til Vágshøll.

Teinarnir verða væl uppmerktir allan vegin.

Tilmelding
Tilmelding fer fram í deildum hjá Suðuroyar Sparikassa, í deildum hjá Tryggingarfelagunum Føroya, á Shell-støðum og á www.athlectic.fo
Freistin fyri at tilmelda seg til Fólkaheilsurenningina í Vági er 29. september.

Hví røra seg
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin; mest umráðandi er at vera við.

“Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum.

Skráin
Kl. 13.00-15.00 Byrjunarnummar og t-shits útflýggjast í Vágshøll
Kl. 13.00-17.00 Fyribyrgingarráðið o.o. ráðgeva og upplýsa um heilsu
Kl. 14.45-14.55 Upphiting – Hvistan skipar fyri
Kl. 14.55 Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, heldur røðu
Kl. 15.00 Ganga/renna
Luttakarnir fáa frukt og leskandi drykkir
Lutakast um ymsar vinningar – Søren L. Bruhn
Kl. 17.00 Tiltakið endar

0 comment
0

Related Articles