Fólkaheilsurenningin 10.09.05 – tíðindaskriv

Skrivað hevur

Fólkaheilsurenning í Havn leygardagin 10. september

Leygardagin 10. september 2005 verður aftur skipað fyri
Fólkaheilsurenning í Tórshavn. Tað eru landsstýrismaðurin í almanna- og
heilsumálum og felagið fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdið, sum saman
standa fyri tiltakinum.

Í 2004 varð fyri fyrstu ferð skipað fyri eini Fólkaheilsurenning. Undirtøkan
fyri Fólkaheilsurenningini var sera góð, og eini 700 børn og vaksin luttóku.

Fólkaheilsurenningin
Fólkaheilsurenningin byrjar uttanfyri Badmintonhøllina við stadionøkið í
Gundadali. Túrurin er væl merktur allan vegin.

Luttakararnir verða býttir í tríggjar bólkar: børn (fødd 1992 og yngri),
vaksin (fødd 1991 til 1960) og veteranar (føddir 1959 og eldri).

Børnini renna 2 kilometrar, vaksin og veteranar kunnu velja millum at
renna 2 ella 5 kilometrar.

Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst í
Badmintonhøllini 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr.
fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanarnummarið verður
avheintað.

Vinnararnir fáa heiðursmerki, lutakast verður um ymiskar vinningar og
allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey
luttakandi eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.

Undir renningini skipa Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið og ymisk
áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um
heilsuna.

Renna ella ganga
Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5
kilometrar kanska sum ein ov stórur biti at gloypa og tískil ber eisini til at
velja 2 kilometrar, so ongin grund er at halda seg aftur. Endamálið við
fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og
eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Og tað stendur sjálvsagt
púrasta til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin. Mest
umráðandi er at vera við.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á www.athletics.fo, á Kunningardiskinum á
flogvøllinum og á kunningarstovunum kring landið. Freistin fyri at melda
seg til fólkaheilsurenningina er hóskvøldið 8. september.

Rør teg fyri vælveru
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra
um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í
Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av
liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt
munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi,
at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga

“Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin
av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni
eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til renningina 10. september”,
sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Almanna- og heilsumálaráðið 24.08.2005

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*