Home Komandi tiltøk FM 10 km verður týskvøldið

FM 10 km verður týskvøldið

by athletic

FM 10 km

Týskvøldið 12. juni verður skipað fyri FM í 10 km renning í Runavík. Kappingin byrjar kl. 18.30.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini hjá Roysninum, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

Kappast verður í hesum bólkum hjá vaksnum:
Veteranar menn (f. -1961) – 10 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -92) – 10 km

Øll í hesum aldursbólki eru hjartaliga vælkomin at luttaka, men fyri at luttaka í kappingini um FM heiðursmerki skalt tú vera fyltur 16 ár, tá árið er runnið, t.v.s vera føddur í 1991 ella áðrenn, og vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Kappingin týskvøldið er samstundis annað umfar í Grand Prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF.

Tilmelding fer fram her á síðuni innan týsdagin kl. 12.00 ella á staðnum beint innan kappingina. Vel “Tilmelding” omanfyri.

Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 17.45 kappingardagin.

0 comment
0

Related Articles