Home Komandi tiltøk FM í Cross Country renning leygardagin

FM í Cross Country renning leygardagin

by athletic

Leygardagin 18. februar verður skipað fyri FM í Cross Country renning á Toftum. Í hesum slagi av kappingum verður runnið í haganum. Hetta er triðju ferð, skipað verður fyri FM í hesi kappingargrein.

Rutan
Kappingin verður hildin við sonevnda “Stovugólvið” í haganum beint omanfyri og norðanfyri grasvøllin á Svangaskarði. Runnið verður fleiri ferðir runt eina umleið 800m langa leið.

Øll kappingin fer fram í einum innhegnaðum stykki. Lendið er væl vallað, hóast onkrar stuttar brekkur eru lagdar inn í rutuna fyri at gera hana meiri áhugaverda.

Ung, vaksin og veteranar
Kappast verður í ymsum aldursbólkum hjá monnum og kvinnum.
Tey vaksnu (fødd -1988) og veteranarnir (føddir -1960) renna 8 km.
Tey ungu (fødd 1989-1994) renna helvtina av teininum hjá teimum vaksnu, t.v.s. 4 km.

Luttaka í kappingini kunnu tey, ið eru limir í einum av teimum seks feløgunum fyri frælsan ítrótt.

Byrjað verður kl. 11.00
Kappingin byrjar leygardagin kl. 11.00.

Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan kl. 21.00 fríggjakvøldið 17. februar.

Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin kl. 10.30 leygarmorgunin.

Mælt verður til, at rennararnir skifta, áðrenn teir koma á staðið, og hava turr klæði við at lata seg í eftir kappingina.

Vit møtast við endan av vegnum, ið er á hamrinum omanfyri rennibreytina á Svangaskarði.

0 comment
0

Related Articles