Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimun longru teinunum, tá Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri kapping í hálvmarathon hóskvøldið 11. mai. kl. 18.30. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.
Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka.
Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1961-1989) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey sum eru 45 ár ella eldri (f. -1960).
Tilmelding
Kappingin hóskvøldið byrjar kl. 18.30. Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo í seinasta lagi mikukvøldið 10. mai.
Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 18.15. Luttøkugjaldið kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.
Teinurin, sum skal rennast hóskvøldið, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð.