Home Komandi tiltøk FM í hálvmarathon í Havn leygardagin 2. mai

FM í hálvmarathon í Havn leygardagin 2. mai

by Sølvi Reinert Hansen

[singlepic id=4353 w=320 h=240 float=]

Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimum longru teinunum, tá ið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 2. mai. kl. 16.00  Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1964-1992) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru fødd 1954-1963. Eisini verður kappast millum tey, sum eri fødd 1953 ella fyrr, nevnd super veteranar.

Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 16.00. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 1. mai kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 15.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.

Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð. Bragdið bjóðar luttakarunum til ein góðan drekkkamunn aftaná renningina, í hølinum hjá Trygd á Kongabrúnni.

0 comment
0

Related Articles