Home Komandi tiltøk FM í hálvmarathon í Havn leygardagin 3. mai

FM í hálvmarathon í Havn leygardagin 3. mai

by Sølvi Reinert Hansen

Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimum longru teinunum, tá ið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 3. mai kl. 17.00. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1963-1991) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru fødd 1953-1962. Eisini verður kappast millum tey, sum eru fødd 1952 ella fyrr, nevnd superveteranar.

Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 17.00. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 2. mai kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 16.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.

Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð. Bragdið bjóðar luttakarunum til ein góðan drekkkamunn aftaná renningina, í hølinum hjá Tryggingarfelagnum Føroya á Kongabrúnni.

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Pauli Bo Petersen 28.04.08 - 08:20

Hvønn veg gongur teinurin, (av Bursatanga – ? – Bursatanga), sum verdur runnin 3 maj ?

Súni 29.04.08 - 17:03

5X(Bursatanga-Tyrlupallin-Bursatanga)

eruaga abdulazeez. 07.05.08 - 19:41

Dear Sir/Madam,
we the EDO STATE ATHELETICS ASSOCIATION want to take part at this years torshavn marathon.
Kindly give us more information on how to entre and also send us an official inviation letter for visa purpose.
Thank you.

MR.ABDUL SUKU.
EDO STATE ATHELETICS ASSOCIATION

Comments are closed.