Home Komandi tiltøk FM í Hálvmarathon verður leygardagin

FM í Hálvmarathon verður leygardagin

by athletic

FM Hálvmarathon 2006
Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimun longru teinunum, tá Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 5. mai. kl. 17.00. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1962-1990) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey sum eru 45 ár ella eldri (f. -1961).

Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 17.00. Tilmelding fer fram her á heimasíðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 6. mai kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 16.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.

Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð.

0 comment
0

Related Articles