Home BETRI Vetrarkappingin FM í lendisrenning verður leygardagin

FM í lendisrenning verður leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 7.februar, skipa FÍF og Bragdið fyri 5. umfari av TF vetrarkappingini. Hesaferð er talan um FM í Lendisrenning. Kappingin fer fram í vakra umhvørvinum í Hoydølum. Runnið verður á stóru vøkru fløtuni og niðan í viðarlundina, tó bert eystarumegin Hvítanesvegin. Dreingir og gentur renna 2 umfør, ella umleið 2,6 km. Øll hini renna 6 umfør, ella smáar 8 km. Øll byrja samstundis kl. 11:00


Hvørt umfar hevur ein lítlan túr á einar 3-400 m runt gentukostdeildina.

Melda til her á síðuni, í seinasta lagi fríggjakvøldið 6.februar kl. 22.00.

Luttøkugjaldið fyri vaksin er 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn. Goldið verður on-line við tilmelding.

Startnummar kann heintast í Hoydølum, frá kl. 10 á kappingardegnum.

Tað ber eisini til at melda til á staðnum, í millum kl. 10.00 og 10.30!
gg: Tá tilmeldað verður á staðnum, er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,-

Aldursbólkarnir síggja soleiðis út:
Gentur (1999-2003)
Dreingir (1999-2003)
Kvinnuunglingar (1994-1998)
Mansunglingar (1994-1998)
Kvinnur opin bólkur (-1998)
Menn opin bólkur (-1998)
Kvinnur veteranar (1960-1969)
Kvinnur superveteranar (-1959)
Menn veteranar (1960-1969)
Menn superveteranar (-1959)

Tað vil siga, at tað er føðiár sum er avgerandi.
Heiðursmerkir verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Eftir renningina er ein heitur drekkamunnur og vaflur at fáa í skúlanum, har heiðursmerkjahandan eisini fer fram. Har er eisini møguleiki fyri brúsu og umklæðing.

Bragdið og FÍF bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin at luttaka.


Tað kann vera hart at renna lendisrenning.  Arnfinn lá sum skotin eftir kappingina í 2013, men yvirlivdi.

0 comment
0

Related Articles