Leygardagin 11. august verður føroyameistarskap fyri ung á breytini á Svangaskarði. Byrjað verður kl. 13.00. Endaliga skráin verður løgd út her á síðuni áðrenn kappingardagin. Kappast verður soleiðis:
Gentur og dreingir 10-11 ár (fødd 1996-97) kappast í 60m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 12-13 ár (fødd 1994-95) kappast í 80m, 300m, 600m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 14-15 ár (fødd 1992-93) kappast í 100m, 300m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 16-17 ár (fødd 1990-91) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Gentur og dreingir 18-19 ár (fødd 1988-89) kappast í 100m, 400m, 800m, longdarlopi og kúlustoyti.
Fyri at taka lut skalt tú vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.
Seinasta freist fyri tilmelding er mikukvøldið 8. august.
Tað er bert gjørligt at melda til her á heimasíðuni. Eingin tilmelding verður á staðnum, eftirsum skráin fyri tiltakið verður løgd, tá tilmeldingarfreistin er farin.