Skráin fyri FM í frælsum ítrótti hjá vaksnum er nú løgd.
Byrjað verður stundisliga kl. 13.00 í morgin leygardagin.
Avheintan av startnumrum er á Svangaskarði kl. 12.20.
Ætlanin er at halda tíðarætlanina, og tí verður eingin tilmelding á staðnum. Samstundis verður ikki bíðað eftir luttakarum, um teir hava meldað seg til luttøku í fleiri greinum samstundis.
Startlistar verða lagdir út seinni í dag.
Skráin er at finna her (pdf).