FMung 2016: Tíðarætlan, og kunning fyri leygardagin

Skrivað hevur

Veðrið verður ikki hitt besta í morgin, tá vit fara at hava FM fyri ung. Tað kundi sjálvandi verið ein loysn, at útsett nakrar tímar, men tað er so nógv útliðið, og vit vita ikki, hvørjar avleiðingar tað fær fyri luttøku og døming. Vit ugga okkum við, at ættin í morgin er hin allarbesta á Tórsbreyt, og tað verður turrveður.

Spurtað verður í øllum bólkum leygardagin. Har fleiri enn seks luttakarar eru við, verður talan um innleiðandi umfør við finalu sunnudagin. Har seks ella færri luttakarar eru við, verður talan um beinleiðis finalu longu leygardagin. (ja, tað hevur verið øðrvísi kunnað um hetta)

Heiðursmerki verða handað beint eftir loknar kappingar, ella so skjótt úrslitini verða kunngjørd. Heiðursmerkjavinnarar skulu tí eftir hvørja lokna kapping halda seg til reiðar við sigurspallarnar, so vit smidliga fáa avgreitt handanirnar.

Fleiri fólk hava verið so beinasom at tekna seg sum dómarar og hjálparar. Dómara/hjálparatoymið leygardagin sær soleiðis út:

Kúluvarp – 11.00 – 13.00
Karin K. Petersen, dómari, Andreas Josephsen og Julianna Frederiksberg

Klingra og bóltkast: Jorie, Fríðrikur, Jacquelina, Gunnvá – Regin, Ann og Sunniva avloysa

Longdarlop: Eyðun Jacobsen, dómari, Arnfinn Johannesen, Poul Poulsen, Anja Poulsen, Dan Kruse Thomsen 11.00 – 14.30

Spurt/miðtein: Startdómari: Niels Jákup, Vindmátari: Haldis S, Tíðtøkutelda: Jógvan G og Debes C – 11.00 – 14.50

Fyriskipan: Úrslit á talvu: Ingilín, Við mikrofonina: Steingrímur og Hallur , Dómaraábit: Borgarhjørt , Heiðursmerki: Rigmor og Regin

Høvuðsdómari: Hallur

Dómararnir mugu møta ein tíma áðrenn, soleiðis at kappingarøkið kann gerast klárt, og rætti reiðskapurin við røttu vektunum verður lagdur fram. Kappingarnar skulu byrja til tíðina.

Vit fara eisini at heita á øll um at hava nóg mikið av heitum klæðum við.

Startlistarnir verða hongdir á talvuna innan kappingarbyrjan í morgin.

 

 

 


FMung2016tidaraetlanLEY-page-0

PDF útgáva: FMung2016tidaraetlanLEY

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*