Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenningin 2007

Fólkaheilsurenningin 2007

by Sølvi Reinert Hansen

Skrá fyri Fólkaheilsurenningina leygardagin 15. september kl. 16.00

Kl. 14.00 – 16.00 – Luttakaranummar kann avheintast á rennistaðnum – og luttakararnir fáa hvør
sína t-shirt
Kl. 14.00 – 18.00 – Ráðgeving um fólkaheilsu.
Kl. 15.45 – 15.55 – Upphiting
Kl. 15.55 – 16.00 – Fólkaheilsurenningin 2007 verður sett
Kl. 16.00 – 17.00 – Ganga og renna
Kl. 16.30 – 17.30 – Allir luttakarar fáa frukt og leskandi drykkir
Kl. 18.00 Tiltakið endar

Havn
Fólkaheilsurenningin í Havn byrjar uttanfyri Badmintonhøllina við stadionøkið í Gundadali.

Klaksvík
Fólkaheilsurenningin í Norðoyggjum byrjar uttanfyri Sportmaster í Vágsheygargøtu.

Runavík
Fólkaheilsurenningin í Eysturoynni byrjar við Ítróttarhøllina í Runavík.

Tvøroyri
Fólkaheilsurenningin í Suðuroynni byrjar við skúlan í Trongisvági.

Vágum
Fólkaheilsurenningin í Vágum byrjar inni á Giljanesi.

Tilmelding
Tilmelding til Fólkaheilsurenningina 2007 fer fram á: www.renn.fo. Freistin fyri at melda seg til fólkaheilsurenningina er fríggjakvøldið 14. september. Kostnaður 20 kr.

Fyrireikarnir eru:
Almanna- og heilsumálaráðið og Fyribyrgingarráðið
Føroya Shell, Tryggingarfelagið Føroyar, Suðuroyar Sparikassi, Apoteksverkið
Bragdið, Frælsi, Hvistan, Treysti og Roysnið

0 comment
0

Related Articles