Home Komandi tiltøk Fólkaheilsurenningin 2007

Fólkaheilsurenningin 2007

by Sølvi Reinert Hansen

Fólkaheilsurenning

Nú ræður um at finna renniskógvarnar fram, tí leygardagin 15. september kl. 16.00 verður aftur skipað fyri tí árligu Fólkaheilsurenningini. Sum nakað nýtt verður tað í ár skipað fyri Fólkaheilsurenning sama dag í Havn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri og Vágum.

“Tað er frálíkt, at vit aftur í ár kunnu endurtaka væleydnaða tiltakið við Fólkaheilsurenningini. Eg eri sera glaður fyri, at dillan við at renna, ganga ella bara røra seg meira, vindur uppá seg um alt landið”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin; mest umráðandi er at vera við.

“Við at skipa fyri Fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina”, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.

Tað eru Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður og Fyribyrgingarráðið sum saman við Føroya Shell, Tryggingarfelagnum Føroyum, Suðuroyar Sparikassa, Apoteksverkinum og teimum lokalu rennifeløgunum Bragdinum, Treystinum, Hvistuni, Roysninum og Frælsinum, sum skipa fyri Fólkaheilsurenningini 2007.

Øll kunnu luttaka í Fólkaheilsurenningini
Luttakararnir kunnu velja at renna 2 ella 5 kilometrar. Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5 kilometrar kanska sum ein ov langur teinur, og tískil ber eisini til at velja 2 kilometrar, so ongin orsøk er at halda seg aftur.

Tilmelding
Tilmelding til Fólkaheilsurenningina 2007 fer fram her á renn.fo. Freistin at melda til er fríggjakvøldið 14. september.

Allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.

Upplýsing og ráðgeving um heilsu
Í sambandi við Fólkaheilsurenningina verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.

Almanna- og heilsumálaráðið og Fyribyrgingarráðið
4. september 2006

Meira kunning
Meira fæst at vita um renningina við at venda tykkum til Fyribyrgingarráðið, telefon 31 51 55 ella á t-post: fbr@fyribyrg.fo ella til Almanna- og heilsumálaráðið, telefon 30 40 50 ella á t-post ahr@ahr.fo.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Maria Olsen 06.09.07 - 16:46

Hey tit.

Gleði meg til heilsurenningina.

Maria.

anna petersen 14.09.07 - 23:01

hvar finni eg rutuna? gleði meg at luttaka, fyri fyrstu ferð. SUPER, at tað eru bæði kvinnur óg menn sum seta renningarnar – soleiðis skal tað verða

Comments are closed.