Gakk & Renn er eitt afturvendandi rørslutiltak sum Tórshavnar Kommuna, Bragdið og SMS skipa fyri í felag. Gakk & Renn verður í ár dagarnar 2.-4. september. Sjálv Heilsurenningin verður sunnudagin 4. september kl. 13:00 uttanfyri SMS.
Gakk & Renn er fyri øll
Heilsurenningin er ikki bert fyri ítróttarfólk. Endamálið við heilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott høvi at røra seg. Tað er sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey renna ella ganga teinin. Tað sum umræður er at vera við.
Fjølbroytt skrá verður lýst seinri.
Kostnaður fyri renningina: Børn til og við 14 ár er 20 kr., 15 ár og eldri 50 kr.
Børnini renna 2,2 km og tey vaksnu 5,5 km.
Meldið til her á síðuni innan 1. september.
1 comment
2.2.km
Comments are closed.