Home Komandi tiltøk Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu

Føroya Bjór Renning á Norðoyastevnu

by Guttorm Sørensen

Fyri 16. ferð skipar Treysti fyri tí árligu Føroya Bjór renningini á Norðoyastevnu. Tað var í 1997 at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna Treysti, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í runnu, men seinnu árini hava eisini nógv vaksin runnið.


Frá Føroya Bjór Renningini í 2006. her eru m.a. Rebekka, Silja, Vár, Rannvá, Bjørk, Jan E., Álvur, Oyvind og Daniel

Í ár verður renningin leygardagin 2. juni kl. 11.00, tvs. somu tíð sum seinasta ár.
Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu.

Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu.


Frá Føroya Bjór Renningini í 2008. Her síggjast ma. Maria Biskopstø, Oddvør Josephsen og Elisabeth H. Simonsen

Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál vi Telebúðina.

Hesuferð verður talan um DAF-góðkenda 5 km rutu.

Aldursbólkar síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1996) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1996) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1957-1966) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1957-1966) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1956 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1956 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 2. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1996 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1957-1966) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1956 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2005 ella seinni) – 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2002-2004) – 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1999-2001) – 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1995-1998) – 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á www.renn.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 1. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur við Telebúðina í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at tilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Kort av rutuni er at finna í .pdf her aftanfyri: Norðoyastevnu Rutan 2012

0 comment
0

Related Articles