Home Komandi tiltøk Føroya Bjór renningin 2017 verður leygardagin

Føroya Bjór renningin 2017 verður leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

21. Føroya Bjór Renningin í miðbýnum. Leygardagin 27. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 21. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

Í ár verður renningin so leygardagin 27. mai kl. 11.00. Rutan hjá børnum verður á einum rundteini á umleið 450m og renna tey ávikavist eitt og tvey umfør. Tey vaksnu 5km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur.

Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.

Skráin

Skráin fyri rennikappingina leygardagin 27. mai á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1972-2000) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1962-1971) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1961 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2010 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2007-2009) – 450 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2004-2006) – 900 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.2000-2003) – 900 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 26. mai klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

Í myndasavninum hjá Treysti finnist ein røð av góðum renniminnum og -myndum frá undanfarnu 20 Føroya Bjór Renningunum.

0 comment
0

Related Articles