Føroyar Renna – skráset tína tíð!

Skrivað hevur


Í dag fara yvir 400 rennarar at luttaka í stóra Føroyar Renna tiltaknum, sum Bragdið skipar fyri í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Tað serliga við tiltakinum er, at vit renna hvør sær ella í smærri bólkum, har sum vit eru, og at vit renna, tá vit vilja.

Stroymt verður frá tiltakinum kl. 13 og í einar tveir tímar. Vit hava frætt um fleiri forvitnisligar rennitúrar, og fara at ringja til fólk, sum eru úti og renna, ella sum hava verið ein túr í dag.

Eyðmerk myndir á sosialu miðlunum við #føroyarrenna2020, so fáa vit víst onkrar av teimum í stroymingini eisini.

Stroymingin sæst á facebook-síðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya her.

Tíðin skal skrásetast her á síðuni. Síðani kemur hon inn í almenna úrslitalistan.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*