Føroyar renna

Skrivað hevur


Komið og rennið sunnudagin 7. juni kl. 13, tá Ítróttarfelagið Bragdið og Tórshavnar Kommuna skipa fyri Føroyar Renna.
Renn ella gang 5 km, 10 km, hálvt marathon ella okkurt heilt annað, líka mikið hvar í Føroyum tú ert. Vit renna saman hvør sær.

Føroya einasta marathon – og ársins renniveitsla – sum seinastu 18 árini hevur verið í Havn, er avlýst, men vit vilja so fegin, at øll skulu fáa eina renni/gangi uppliving hóast tað. Nógv hava vant miðvíst og nú sleppa tit at royna tykkum. Hevur tú ikki vant, ert tú sjálvandi eisini vælkomin við tá Føroyar renna.

Meldið til inni á renn.fo, undir tilmelding. Tað er ókeypis at luttaka, men tá tú meldar til hevur tú møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum.

Tú rennur teinin, tú hevur valt og skrásetir tíðina inni á renn.fo. So kemur tú á úrslitalistan og fært heiðursmerki.
Minnist til at halda heilsutilmælini frá mynduleikunum.

Vit gleða okkum til Føroyar Renna sunnudagin kl. 13.00.

Fylg okkum á Facebooksíðuni Føroyar renna og fá tíðindi um tiltakið.

Comments are closed.