Treysti skipar fyri tveimum renningun í vikuskiftinum. Í morgin verður Fugloyar Renningin og sunnudagin verður Fossánes Renningin. Hetta verður fjórðu ferð, at Treysti saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovugarðinum í Hattarvík, skipa fyri renning í Fugloy. Teinurin í Fugloy er íalt góðar 10 km frá Hattarvík til Kirkju og aftur, og hevur nógvar hæddarmetrar. Eftir renningina verður skipað fyri útferð m.a. niðan á Eystfelli. Harumframt bjóða bóndahjúnini okkurt gott til matna.
Frá startinum í Hattarvík í 2014
Á Fossánesi verður skipað fyri renning fyri bæði stór og smá. Runnið verður har norðuri á Fossávegnum. Startur og mál eru á vegnum niðanfyri barnagarðin Imba.
Frá einum starti á Fossánesi í 2010
Bólkarnir verða hesir:
kl. 13.00
Gentur & Dreingir f. 2011 ella seinni – 400m
Gentur & Dreingir f. 2009-2010 – 400m
Gentur & Dreingir f. 2007-2008 – 600m
Gentur & Dreingir f. 2005-2006 – 600m
Gentur & Dreingir f. 2001-2004 – 800m
kl. 13.30
Kvinnur & Menn f. 1972-2000 – 2,4 km
Kvinnur & Menn vet. f. 1962-1971 – 2,4 km
Kvinnur & Menn supervet. f.1961 ella fyrr – 2,4 km
Heiðursmerkir, sum eru stuðlaði av Fossábúðini, verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Tilmelding til Fossánes Renningina fer fram á staðnum frá kl. 12.00. Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Meiri kunning finst á heimasíðuni hjá Treysti.