Home Komandi tiltøk Fugloyar Renningin 2015 verður leygardagin

Fugloyar Renningin 2015 verður leygardagin

by Guttorm Sørensen

Leygardagin 18. juli skipar Treysti saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík fyri Fugloyarrenning. Hetta er aðru ferð, at renning verður fyriskipa í Fugloynni. Seinasta summar luttóku væl av fólki og runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi og harða avbjóðing. Náttúrðuvakra Fugloyggin, okkara eystasta oyggj, er ein spennandi uppliving og um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrðin.

Umframt sjálva renningina, so er annað gott á skránni og er alt íroknað tí sokallaða startpakkanum.

Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Skrá:

08:45 Fráferð úr Hvannasundi við “Rituni” til Hattarvíkar
10:00 Koma til Hattarvíkar
10:10 Heintað startnummar
10:25 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10 kilometrar fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin
12:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt leskandi drykkir og frukt
13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa ein góðan føroyskan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki. Hesin túrður tekur uml. 2 tímar
15:00 Gongutúrur út á Egg. Hesin túrður tekur uml. ½ tíma
15:30 Frásøgutúrur í bygdini, vitja kirkjuna vm.
16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund
17:15 Koma til Hvannasund.

Fresitin at melda til er mikudagin 16. juli kl. 24:00

Kostnaðurin fyri vaksin (f.1997 ella fyrr)…………..  kr. 495,00

Kostnaðurin fyri børn (f.1998 ella seinni)………….  kr. 245,00

Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.

Spurningar vm. kunnu setast til Guttorm Sørensen á telefon 230210.

Niðanfyri eru nakrar frá tiltakinum í fjør.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

0 comment
0

Related Articles