#FVHM2020 VERÐUR NÚ EIN TYKISRENNING – #MÍTTVAKRASTA

Skrivað hevur


So broyttist jaliga gongdin í arbeiðinum at basa covid-19 og vit hava tí avgjørt, at afturvendandi tiltakið Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður broytt til eina tykisrenning: #MíttVakrasta2020, har vit ganga og renna okkara yndistúr í nærumhvørvinum.

Í løtuni eru gott og væl 500 luttakarar teknaðir til Føroya Vakrasta Hálvmaraton. Luttakarar fáa nærri kunning í næstum, eitt nú, um tey ynskja at flyta tilmeldingina til 2021 ella afturbering, hvar tey, sum hava keypt G&G troyggjuna, kunnu fara eftir henni og nýggja tilmeldingarslóð til tykisrenningina: #MíttVakrasta2020, har møguleiki eisini verður at lata stuðul til Krabbameinsfelagið eins og vanligt.

Vit vóna góða undirtøku og gleða okkum at síggja myndir frá tykkara vakrastu.

Vinarliga

Nevndin

Ítróttarfelagið Frælsi

Comments are closed.