Home Komandi tiltøk Fyrsta umfar av vetrarkappingini

Fyrsta umfar av vetrarkappingini

by athletic

Leygardagin 9. desember kl. 12.00 skipar Bragdið fyri 1. umfari av Vetrarkappingini í Havn.

Vetrarkappingin er sama kapping, sum var seinasta vetur, sum Frælsur Ítróttur Føroya stendur fyri. Talan er um eina vetrarkapping í sjey umførum. Kappingin minnir um Grand Prix kappingina, sum hevur verið um summarið, tó er stigatalvan eitt sindur øðrvísi, og verður kappast í fýra aldursbólkum hjá monnum og kvinnum. Í Havn leygardagin renna tey hesar teinar:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) renna 12 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) renna 12 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) renna 12 km
Gentur og dreingir (f. 1991-95) renna 4 km

Startur og mál verða við felagshølini hjá Bragdinum í Gundadali. Rutan verður í Gundadali og har um leiðir. Nærri verður kunnað um rutuna her á heimasíðuni seinni. Tilmelding fer fram her á síðuni í seinasta lagi fríggjakvøldið 8. desember. Startnummur skulu avheintast í felagshølinum hjá Bragdinum leygardagin kl. 11.30. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Frælsur Ítróttur Føroya

0 comment
0

Related Articles