Home Komandi tiltøk GPV4 / FM 10 km verður týskvøldið 7. juli

GPV4 / FM 10 km verður týskvøldið 7. juli

by Sølvi Reinert Hansen

Týskvøldið 7. juli kl. 18.30 verður skipað fyri rennikapping í Runavík. Kappingin, sum er 4. umfar í Grand Prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF, er eisini kapping um FM heiti í 10 km renning á vegi.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir.

Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna 10 km:
Kvinnur opin bólkur (f. -1993)
Menn opin bólkur (f. – 1993)
Kvinnur (K45+) f. 1963-1954
Menn (M45+) f. 1963-1954
Kvinnur (K55+) f. -1953 ella fyrr
Menn (K55+) f. -1953 ella fyrr

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni renn.fo innan týsdagin kl. 12.00 ella á staðnum beint undan kappingini. Opnað verður fyri tilmelding sunnudagin 5. juli.

Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 18.00 kappingardagin.

0 comment
0

Related Articles