Home Komandi tiltøk Grand Prix 3 – meldið til!!

Grand Prix 3 – meldið til!!

by Hallur Holm

Longu fríggjakvøldið verður 3. og seinasta umfar av Grand Prix á Breyt. Og longu í annaðkvøld er seinasta freist at melda til kappinginar, sum hesuferð serliga fara at snúgva seg um hekkurenning, longdarlop, kúluvarp og 1.500 metrarenning. Men vit fara eisini at hava spjótkast, bóltkast, trístøkk, 80 m, 200 m og 400 metrarenning. Samlaða yvirlitið er hetta:

  • Børn: Bóltkast
  • Gentur og dreingir 8-9 ár: 80 m, 400 m, bóltkast og longdarlop
  • Gentur og dreingir 10-11 ár: 200 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
  • Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 m, 1.500 m, spjótkast og trístøkk
  • Gentur og dreingir 14-15 ár: 80/100 m hekk, 1.500 m, kúluvarp og longdarlop
  • Gentur og dreingir 16-17 ár: 100/110 m hekk, 1.500 m, kúluvarp og longdarlop
  • Gentur og dreingir 18-19 ár: 100/110 m hekk, 1.500 m, kúluvarp og longdarlop
  • Kvinnur og menn: 100/110 m hekk, 1.500 m, kúluvarp, og longdarlop

Hetta er sum sagt triðja, seinasta og sostatt avgerandi kappingin í Grand Prix á Breyt 2013. Heiðursmerkini verða handa til Afterparty í hølunum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin kl. 16.00. Serlig tilmelding er til hetta tiltakið, sum tit eisini skulu melda tykkum til. Meira kunning verður um hetta seinni.


Nógv kúluvarp verður til seinasta Grand Prix. Her er tað Emma Hansdóttir, sum vísir kynstur til GP2

0 comment
0

Related Articles