Fjórða umfar av Grand Prix kappingini – á Jóansøku.
Skipað verður fyri rennikapping á Jóansøku í Vági. Tað er 4. umfarið í Grand Prix kappingini hjá FÍF. Kappingin verður Leygardagin 24. juni. Tey minstu børnini renna kl. 10.30 og hinir bólkarnar kl. 11.00.
Runnið verður vesturi á Eiðinum runt vatnið.
Byrjað verður sambært hesi skrá og kappast verður í hesum bólkum:
10.30 Gentur og dreingir 1999-2006 – 800 m.
10.30 Gentur og dreingir 1996-1998 – 800 m.
11.00 Gentur og dreingir 1993-1995 – 1200 m.
11.00 Gentur og dreingir 1989-1992 – 1200 m.
11.00 Vaksin -1988 og veteranar -1960 – 6km.
6 km rutan verður frá ítróttarhøllini og runt vatnið fimm ferð. Tey yngstu børnini renna øðrumegin vatnið, venda og renna vestur aftur.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo innan fríggjadagin á miðnátt. Eisini kann meldast til á staðnum tó í seinasta lagið kl 10.15. Startnummurini kunnu avheintast kl. 10.00 har renningin byrjar.
Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í øllum bólkum. Handanin fer fram beint eftir renningina í VB- húsinum ella í tjaldinum uttanfyri høllina, har kaffi og sunkist eisini verður at fáa.
Luttøkugjaldið er 20 kr. fyri børn og 40 fyri vaksin.