Home Komandi tiltøk Hotel Føroyar Cross verður leygardagin

Hotel Føroyar Cross verður leygardagin

by Hallur Holm

Komandi leygardag 26. november, skipar Hvirlan fyri motónsrenning, sum tey rópa Hotel Føroyar Cross.

Runnið verður í vakra umhvøvinum á gøtunum uppi við ríðibreytina, og talan verður um tríggjar ymiskar teinar. 1,2 km, 5,5 km og 9 km. Øll, ið gjøgnumføra, eru við í lutakasti um góðar vinningar:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum
  2. Jóladøgurði fyri 2 á Áarstovu
  3. Jóladøgurði fyri 2 á Hvonn Brasserie
  4. 1 gásakrov til jólar
  5. 1 lambstjógv
  6. Armleinkja frá Niels L. Arge
  7. Gávubræv frá Siri

Tilmelding verður løgd út her á síðuni. Eisini kann meldast til á parkeringsøkinum við Hotel Føroyar millum kl. 13.00 og 13.30. Renningin byrjar kl. 14.00. Kostnaður fyri luttøku er kr. 50 fyri vaksin og fyri børn 12 ár og minni er kostnaðurin kr. 20.

Tiltakið er fyri ung sum gomul, vand sum minni vand.

Lesið meira um tiltakið á www.hvirlan.fo

Melda til her

0 comment
0

Related Articles