Home Komandi tiltøk Hvirlan hevur opna kapping fríggja- og leygardagin

Hvirlan hevur opna kapping fríggja- og leygardagin

by Hallur Holm

Seinasta fríggjakvøld og leygardag skipaði Hvirlan fyri opnari kapping á Tórsbreyt. Úrslit og frágreiðing frá kappingini sæst á hesi slóðini: http://www.hvirlan.fo/god-urslit-a-torsbreyt/

Og aftur komandi vikuskiftið 10. og 11. mei, verður hetta endurtikið, við hesari skrá:

Skráin fyri fríggjadagin er:

  • kl. 17.00 – 80 m / 100 m
  • kl. 17.20 – spjótkast
  • kl. 17.50 – longdarlop
  • kl. 18.20 – kúluvarp
  • kl. 18.50 – 600 m

Skráin fyri leygardagin er:

  • kl. 13.00 – klingrukast
  • kl. 13.30 – trístøkk
  • kl. 14.00 – hamarakast
  • kl. 14.30 – 300m /400 m

Tíðarásetingarnar eru bert vegleiðandi. Farið verður ikki undir næstu kappingargrein, fyrr enn tann fyrra er heilt liðug. Soleiðis ber til hjá øllum at luttaka í øllum kappingunum.

Kappingin er fyri tey, ið eru fødd í 2001 og fyrr. Tó skulu luttakararnir í hamarakasti vera føddir í 1995 ella fyrr.


Størsta úrslitinum seinasta vikuskifti syrgdi Hallur Simonse fyri. Við 2 kg klingruni kom hann heilt út á 39,78 metrar!! Harvið er Hallur av álvara farin at hótta Hera Ziska sum einaræðisharra í klingrukasti síðani 1989.

0 comment
0

Related Articles