Tíðindaskriv frá Hvirluni:
Sunnudagin 10. juni kl. 14 skipar Hvirlan fyri Stuttleikum.
Stuttleikir er familjutiltak, ætla børnum upp til eini 11 ár, og verður á Tórsbreyt. Børnini fáa møguleika at royna seg í bóltkasti, longarlopi og renning. Alt fer fram í einum hugnaligum umhvørvi, har tað fyrst og fremst snýr seg um at hava tað stuttligt.
Í fjør vóru yvir 100 børn vælnøgd børn við. Afturmeldingarnar vóru sera jaligar, og varð millum annað sagt, at hetta var tað stuttligasta, tey høvdu roynt.
Í ár setir Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Stuttleikir, og hetta er, tí at Hvirlan fyllir 10 ár.
Tilmelding letur upp kl. 13.30 og tað kostar 50 kr. at verða við.