Home Komandi tiltøk Innbjóðing til firmakappingina á Flaggdegnum

Innbjóðing til firmakappingina á Flaggdegnum

by athletic

bragdid
Eins og undanfarin ár fer Bragdið aftur í ár at skipa fyri renning á Flaggdegnum. Byrjað verður við Gamla Apotek kl. 16.00, og er tað beint eftir hugnaliga flaggdagshaldið á Vaglinum í Havn.

Kappingin er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – skjót og minni skjót, ung og eldri – eru vælkomin. Vaksin renna 7 km. og børn, fødd í 1993 – 1999, renna umleið 1,8 km.

Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar er flaggdagsrenningin eisini ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping.

Firmakappingin
Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liði, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum. Møguligt er at tekna fleiri lið. Menn og kvinnur skulu luttaka á hvør sínum liði. Bert tríggjar tær bestu tíðirnar á hvørjum liði telja við í kappingini.

Bragdið fer tí við hesum at bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin at luttaka í firmakappingini.

Umframt likamliga at vera starvsfólkinum at frama, er henda kapping eisini eitt gott høvi hjá luttakarunum at vera saman á annan hátt enn vanligt.

Eftir at komið er á mál fáa luttakararnir frukt, Poptop og vatn. Stuðlað hesum hava ávikavist P/F Poul Hansen, MBM og Føroya Bjór.

Vinnandi lið og einstaklingar fáa steyp til ognar. Harumframt verða heiðursmerki latin til nr. 1, 2 og 3. Høvuðsstuðul til flaggdagsrenningina er P/F Føroya Shell, sum eisini letur steyp og heiðursmerki.

Tilmelding
Síðsta freist at melda til firmakappingina er fríggjadagin tann 21.04. Umráðandi er, at navnið á liðnum verður upplýst í sambandi við tilmeldan, t.d. “Virki-1, Virki-2 o.s.v.”. Áhugað kunnu tekna seg á hesi heimasíðun. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi kunnu setast Niels Jákup Jakobsen, tlf. nr. 317854/254027, ella Robert Vilhelmsen tlf. 545108.

Gjalding
Luttøkugjaldið fyri vaksin er kr. 60 og fyri børn kr. 30. Luttøkugjaldið skal flytast á konto hjá Bragdinum: 6460 166.239.4. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrrenn gjalding er farin fram.

Avheintan av startnr.
Startnr. og annað skal heintast í ÍSF-húsinum mánadagin 24. apríl millum kl. 16 og 18.

Bragdið – felag fyri frælsan ítrótt í Streymoy

0 comment
0

Related Articles